Føroyski landsliðsleikarin, Henrietta Nørr (fyrr Nielsen), var síðsta vikuskifti við til at tryggja liði sínum, Viby BTK, tríggjar frálíkar sigrar í bestu donsku deildini, Elitedivisionen. Sigrarnir vóru ímóti Roskilde, Sorø og Hvidovre.
Í fyrsta liðdystinum ímóti Roskilde legði Henrietta væl frá landi og vann 3-1 á Katrinu Møller, og hóast hon tapti seinna dystin tepurt 3-2 fyri Miu Dong, so var samlaði sigurin hjá Viby BTK ongantíð í vanda, og endin var, at tær vunnu liðdystin 6-2.
Annar dysturin leygardagin varð vunnin trygt 6-0 á Sorø, sum einans stillaði upp við tveimum spælarum, og harvið tapti nakrar av dystunum uttan dyst. Henrietta vann báðar sínar dystir greitt.
Sunnudagin var týdningarmikil dystur á skránni ímóti Hvidovre. Við einum sigri kundi Viby BTK tryggjað sær eitt pláss í endaspælinum, og Henrietta legði frálíka væl fyri við at vinna 3-2 á Saru Palm, ið annars var ósigrað hetta kappingarárið.
Ein troytt Henrietta tapti sín seinna dyst, men tað hevði lítið at siga, tí tað endaði við, at Viby BTK vann liðdystin 6-3 á Hvidovre og hevur tryggjað harvið sær pláss í endaspælinum. Viby BTK er nummar tvey í Elitedivisionen og hevur einans ein dyst eftir at spæla, sum verður ímóti Ballerup tann 31. mars.
Henrietta hevur í eina tíð stríðst við skaða í hælunum. Hon sigur seg fegnast um, at hon megnaði at hanga í allar tríggjar liðdystirnar síðsta vikuskifti, og hóast hon kennir á sær, at konditiónin ikki er upp á tað besta, so gongur tað rætta vegin.
Støðan í Elitedivisionen
Nr |
Lið |
Dystir |
Vunnir |
Javnir |
Taptir |
Munur |
Stig |
1 |
Hillerød GI |
12 |
10 |
0 |
2 |
66-25 |
30 |
2 |
Viby |
13 |
8 |
0 |
5 |
68-45 |
26 |
3 |
Greve |
12 |
8 |
0 |
4 |
54-43 |
23 |
4 |
OB |
12 |
6 |
0 |
6 |
56-55 |
19 |
5 |
Hvidovre Bordtennis |
12 |
6 |
0 |
6 |
47-53 |
17 |
6 |
Ballerup |
11 |
5 |
0 |
6 |
44-46 |
16 |
7 |
Roskilde |
11 |
3 |
0 |
8 |
37-57 |
8 |
8 |
AF Sorø BTK |
13 |
2 |
0 |
11 |
26-74 |
5 |