henri-og-frodi-spaelt.jpg

Henrietta og Fróði spælt seg í finaluna í blandaðum tvímansleiki í Arctic Open 2014

Henrietta og Fróði hava við sannførandi spæli vunnið seg í finaluna í blandaðum tvímansleiki í Arctic Open 2014, ið fer fram í hesum døgum í høllini á Hálsi.

Tey hava ikki tapt so mikið sum eitt sett á vegnum fram til finaluna, har tey møta pari úr Grønlandi.

Finalan verður sunnudagin millum kl. 15 og 17, tá fleiri aðrar finalur eisini eru á skránni. Henrietta Nielsen skal tá eisini spæla finalu i einmansleiki hjá kvinnum. Eisini í einmansleikinum hevur Henrietta verið sera sannførandi; og spennandi verður, um hon endurvinnur fyrsta plássið, ið hon tryggjaði sær í Reykjavík í fjør summar.

Eisini finalan í tvímansleiki hjá monnum millum íslendskt par og grønlendskt par verður avgreidd sunnudagin seinnapart.