henri-duri-silvur.jpg
Durita og Henrietta frammanfyri føroyska merkið

Henrietta og Durita silvurvinnarar í tvímansleiki fyri kvinnur

Eftir eina frálíka hálvfinalur har Durita og Henrietta vunnu á Gotlandi gjørdist bitin enn størri í finaluni móti Alice Loveridge og Dawn Morgan frá Guernsey.

Alice og Dawn hava spælt saman í mong ár. Millum annað fyri fýra árum síðani á Isle of Wight tá tær vunnu. So bitin var stórur hjá okkara. Durita og Henrietta taptu eisini fyrstu tvey settini greitt. Men so kúvendi í triðja setti og spenningur kom í luftina. Men so settu Alice og Dawn trumf á og vunnu fjórða sett sera sannførandi og samstundis finaluna 3-1.

Gull til Guernsey og eitt sera flott silvurmerki til Føroyar. Tað besta nakrantíð í føroyskum kvinnuborðtennis.

Til lukku Durita F. Jensen og Henrietta Nielsen - til lukku føroyskt borðtennis og til lukku Føroyar!