henri-anna-final.jpg
Anna Mikkjalsdóttir í finaluni.

Henrietta og Anna í finluni hjá kvinnum

15 ára gamla Anna Mikkjalsdóttir út TBF og 18 ára gamla Henrietta Nielsen úr SISU MBK hava leikt seg í finaluna hjá kvinnum.

Henrietta vann seg lættliga í finaluna og Anna vann á Duritu Jensen í einum jøvnum dysti.

Anna er 15 ár og verandi føroyameistari. Hon er uppvaksin í Trongisvági og hevur spælt við TBF øll ungdómsárini. Í heyst fer Anna á borðtenniseftirskúla í Tjele og fer hetta væntandi at menna hana enn meiri sum borðtennisspælara.

Henrietta Nielsen er 18 ár og spælir við SISU MBK. Henrietta býr nú í Horsens, men annars er hønn fødd í Føroyum og búðu fyrstu 7 árini í Fuglafirði. Henrietta spælir eisini við í týsku borðtenniskappingini og hevur, umframt FM-heðursmerki, eisini vunnið DM-heiðursmerki og heiðursmerki á Oyggjaleikunum á Isle of Wight í 2011. Henrietta nýtir alla sína frítíð til borðtennis og tekur studentsútbúgving saman við øðrum ítróttarúrmælingum upp á 4 ár.