Henrietta-flokki-fyri-seg.jpg
Gull Henrietta

Henrietta Nielsen í flokki fyri seg

Henrietta Nielsen hevur víst borðtennisspæl í einum flokki fyri seg millum hinar grøndlendsku, íslendsku og føroysku kvinnurnar hetta vikuskiftið. Í finaluni í einmansleiki smurdi hon Karlinnguaq Lundblad úr Grønlandi av. 4-0 eftir stuttari løtu.

Triðja gullmerkið til Henriettu hesa ferð - umframt bronsu í blandaðum tvímansleiki. Tað kann ikki gerast nógv betri.