h2.jpg
Henrietta smurdi alt av í Reykjavík.

Henrietta Nielsen gull í Reykjavík

Í einstaklingakappingin hjá kvinnum áttu Føroyar greitt besta luttakaran. Henrietta Nielsen vann Føroyum eitt trygt gullheiðursmerki.

Hon vann 4-0 ímóti íslendsku Evu Jósteinsdóttir í finaluni. Settúrslitini vóru 11-8, 11-5, 11-2 og 11-4. Henrietta tapti bert eitt sett í kappingini.