henri-aftur-fm.jpg

Henrietta Nielsen er aftur føroyameistari

Henrietta Nielsen er føroyameistari hjá kvinnum í borðtennis 2017. Hóast úrslitið 3-0, so gav Anna Mikkjalsdóttir henni dygga mótstøðu - serliga í triðja setti, sum endaði 14-12. Anna hevði fýra settbóltar, men royndirnar hjá Henriettu hava ivaleyst havt sítt at sagt, tí hon megnaði at snara settinum á til fyrimuns.

Henrietta hevur luttikið tríggjar ferðir í FM og hevur hon vunnið hvørja ferð. Í 2011, 2013 og 2017.

Durita F. Jensen vann bronsuna.