Henrietta hevur akkurát nú vunnið ein gýsara á Linu Olofsson av Gotlandi. Henrietta tapti fyrstu settini, men vendi 0-2 til ein 3-2 sigur. Ikki gott fyri blóðtrýstið hjá teimum føroysku áskoðarunum, men gott undirhald og øgiligur spenningur.
Vinnur Henrietta ein dyst aftrat skrivar Henrietta søgu, tí higartil hevur føroyskt borðtennis ikki vunnið eitt tað einasta heiðursmerki í single-kappingini hjá kvinnum.
So her er spenningur í luftini.
Eyðun er liðugur í single hjá monnum. Hann tapti (flott) fyri tvífaldað gullvinnaranum í single, Nisse Lundberg av Gotlandi. 14-12 í triðja og seinasta setti - dysturin endaði 0-3.