btsf11.jpg

Heiðursmerki tryggjað á oyggjaleikum

Fyrsta og einasta føroyska heiðursmerkið í borðtennis á oyggjaleikunum á Gibraltar bleiv tryggjað í dag, tá ið systrarnar Anna og Rakul Mikkjalsdóttir við 3-2-sigri á álendskum pari spældu seg í hálvfinaluna í tvímansleiki hjá kvinnum. Tær skulu spæla hálvfinalu í morginári kl.09.00 móti Evalinu Carlsson og Elini Schwartz úr Gotlandi.

 

Í einmansleiki kom eingin føroyingur í fjórðingsfinaluna. Hallur Thorsteinsson framdi tó eitt gott úrslit við at vinna 1/16-finaluna 4-3 á meistarnaum frá 2009, Johann Pettersson úr Álandi. Sigast skal, at flest allir føroyingarnir vóru ógvuliga óhepnir í lutakastinum og møttu nøkrum av sterkastu spælarunum í kappingini.

 

Tættast av øllum at røkka fjórðingsfinaluni var yngsta kvinnan í hópinum, 15 ára gamla Sólja H. Djurhuus, sum var á odda 2-1 í settum ímóti sterkastu grønlendsku kvinnunui, Pipaluk Serubabelsen, men tó at enda mátti lúta 4-2 eftir eitt annars sera gott avrik.

 

Rakul Mikkjalsdóttir spældi seg í 1/8-finaluna, har hon tapti 4-0 ímóti triðbest styrkismetta veteraninum av Guernsey, Dawn Morgan.

 

Í tvímansleikinum var eisini trupult lutakast. Eyðun F. Ellendersen og Pætur Albinus ruku úr 1/8-finaluni eftir tapi fyri einum pari av Isle of Wight, men Hallur Thorsteinsson og Fróði F. Jensen spældu seg í fjórðingsfinaluna, har teir taptu fyri einum tí stinnasta parinum á leikunum, Jordan Wykes og Luc Miller av Jersey.

 

Í blandaða tvímansleikinum vunnu Hallur Thorsteinsson og Rakul Mikkjalsdóttir føroysku uppgerðina ímóti Pæturi Albinus og Sólju H. Djurhuus. Tey taptu tó í næsta umfari, meðan Fróði F. Jensen og Anna Mikkjalsdóttir vóru tey, ið komu longst. Tey taptu fjórðingsfinaluna ímóti George Downing og Tameesha Hobbs av Isle of Wight -óivað eitt tað stinnasta parið í kappingini.

 

Í morgin er so einans eitt á skránni, nevniliga hálvfinalan hjá Onnu og Rakul Mikkjalsdóttir, og vónandi eisini ein finala. Hálvfinalan verður spæld kl.09.00 føroyska tíð, og hon verður stroymd beinleiðis á facebook-síðuni hjá Borðtennissambandi Føroya.