Ársins aðalfundur hjá Borðtennissambandi Føroya varð hildin leygardagin 29. juni í hølunum hjá ÍSF á Vestaru Bryggju í Havn.
Á skránni var eitt nú nevndarval, og her stóðu tveir starvsnevndarlimir fyri vali. Tey vóru Elinborg C. Mortensen, næstforkvinna, og Pætur Albinus, skrivari.
Tey tóku bæði við afturvali.
Nýggjur í starvsnevndini er Hallur Thorsteinsson, og er starvsnevndin sostatt hækkað úr fýra nevndarlimum upp í fimm.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin í Borðtennissambandi Føroya seg soleiðis:
Fróði Fríðason Jensen, formaður
Elinborg C. Mortensen, næstforkvinna
Teitur Albinus, kassameistari
Pætur Albinus, skrivari
Hallur Thorsteinsson, nevndarlimur