473_r_705_0.jpg
Eyðun Ellendersen

Hallur aftur ovast

3. umfar í Grand Prix kappingini í borðtennis var í skúlanum við Løgmannabreyt leygardagin 17. novembur.

Í A-bólkinum var tað aftur Hallur Thorsteinsson úr TÓR, ið gjørdist vinnari. Hetta gjørdist greitt, eftir at hann vann seinasta dystin ímóti Fróða Jensen. Talan var um ein væl leiktan og spennandi dyst, har Fróði var omaná í stórum pørtum av dystinum. Men hóast hetta megnaði Hallur at vinna, og var talan um ein arbeiðssigur hjá Halli - hann hekk í, og megnaði at venda hóttandi tap til sigur.

Hetta ber boð um, at Hallur hevur ment sálarliga partin av sínum spæli.

 

Annars gjørdi Eyðun Ellendersen veruliga vart við seg í kappingini í dag. Hann vann sett ímóti flestu spælarum í A-bólkinum, og megnaði at vinna á Pæturi Albinus. Eyðun hevur vant miðvíst hetta kappingarárið, og hetta úrslitið hjá honum í dag er prógv um góðu og miðvísu venjingina.

 

Úrslitini í dag vóru annars:

 

Bólkur A:

nr.1 Hallur Thorsteinsson, TÓR

nr.2 Fróði Jensen, TÓR

nr.3 Peter Niclasen, TÓR

nr.4 Eyðun Ellendersen, TÓR

nr.5 Pætur Albinus, TÓR

nr.6 Sveinur Nolsøe, TÓR

 

Bólkur B:

nr.1 Knútur Jóanesarson, TÓR

nr.2 Hanus Sørensen, TÓR

nr.3 Andrias Petersen, TÓR

nr.4 Durita Jensen, TÓR

nr.5 Anna Mikkjalsdóttir, TBF

nr.6 Leon Rasmussen, TÓR

nr.7 Ingi Gásadal, TÓR

nr.8 Hovgrímur Magnussen, TÓR

 

Bólkur C:

nr.1 Lív Øster, TBF

nr.2 Mortan Hansen, TÓR

nr.3 Niels Johnsson, TÓR

nr.4 Andras Klein, TÓR

nr.5 Maria Albinus, Purkan

nr.6 Ári Jensen, TÓR

nr.7 Niclas A. Poulsen, TÓR

nr.8 Ægir, TÓR