469_r_705_0.jpg
Eitt gott umboð fyri Føroyar til EM í Herning.

Góður endi hjá Henriettu í EM

EM í Herning er av og seinasta dystin ímóti Pernille Agerholm, sum annars spældi seg víðari úr bólkinum, vísti Henrietta stórspæl. Men mótstøðan var sera hørð - og Henrietta tapti eisini seinasta dystin 3-0, sum roknað varð við frammanundan. Men, sum settúrslitini 11-6, 13-11 og 14-12 vísa, so gav fekk Pernille góða mótstøðu frá Henriettu.

Undan seinasta dystinum hevði Henrietta stríðst ímóti Moniku Molnar úr Kroatia 0-3 (4-11, 8-11 og 5-11), Alenu Dubkova úr Hvítarusslandi 0-3 (1-11, 5-11 og 7-11) og Ievu Venslaviciute úr Litauva 0-3 (6-11, 5-11 og 9-11).

Henrietta var sera spent undan fyrstu dystunum í kappingini - og kanska ávirkaði tað spæl hennara fyrsta dagin. Men kappingin gjørdist sera lærurík og seinasta dystin vísti hon, at hart arbeiði lønar seg. Eingin ivi er um, at um hildið verður fram við miðvísari venjing og sama ídni, so skulu úrslitini nokk koma.