gull-a-gotlandi.jpg
Gullgenturnar

Gull á Gotlandi

Okkara fantastisku kvinnur hava vunnið gull í tvímansleiki.

Í finaluni leiktu tær ímóti Linu Olofsson og Anniku Ahlgren av Gotlandi. Okkara kvinnur komu aftur um 0-2 eftir 11-13 og 10-12 fyrstu tvey settini. Triðja sett vunnu okkara 11-7 og so vendi dysturin. 11-9 fjórða sett og 11-3.

Fantastiska flott avrik og fyrsta gullmerkið til kvinnurnar yvirhøvur og næsta gullmerkið yvirhøvur í oyggjaleikasøguni í borðtennis.

Ein finala er eftir. Henrietta er í finaluni í single kl. 1400.