gull-til-fo.jpg
Peter Niclasen, landsliðsvenjari, Durita F. Jensen, Anna Mikkjalsdóttir og Henrietta Nielsen - gullvinnarar fyri Føroyar

Gull til Føroyar

Føroysku kvinnurnar hava í kvøld vunnið gull í liðkappingini í millumtjóðakappingini har Grønland, Ísland og Føroyar luttaka.

Borðtenniskappingin fór av bakkastokki í Hoyvíkshøllilni í dag kl. 1430

Henrietta Nielsen, Anna Mikkjalsdóttir og Durita F. Jensen kveistraðu alla mótstøðu til viks og vunnu gull sannførandi. Føroyar vunnu allar dystirnar, 4-1 móti Íslandi, 4-1 móti Grønlandi 1 og 4-1 móti Grønlandi 2.

Hinvegin endaðu øll hini liðini fullkomiliga jøvn - tey vunnu ein dyst hvør 3-2, taptu ein dyst hvør 2-3 og øll taptu við somu dystarstigum móti Føroyum. Tað vil siga, at øll endaðu við settmuninum 6-9! Sera sjáldsamt - og so máttu dómararnir fara inn í hvønn eistakan innanahýsis dyst hjá hesum trimum liðunum. Við fyrivarni, so vinnur Grønland 2 silvur, Grønland 1 bronsu og Ísland endar við svartaperi. Men hetta skal eftirhyggjast við frískum eygum ímorgin.

Um hetta verður endaliga støðan, so hevur ein føroyingur vunnið silvur, tí Grønland 2 varð mannað við tveimum grønlendingum og so Elinborg Nygaard úr Føroyum. Tríggir leikarar eru á hvørjum liði og soleiðis sluppu allar kvinnurnar at luttaka í liðkappingini. So gull og silvur til Føroyar!

Í liðkappingini hjá monnum restar eitt umfar í. Grønland 1 liggur á odda og fer helst við gullinum. Føroysku menninir berjast um ikki at enda á aftasta plássi - eitt sindur frá heiðursmerkjunum. Seinasta umfarið í liðkappingini hjá monnum verður avgreitt ímorgin kl. 0900.

Kappingin heldur fram ímorgin við tvímansleiki hjá kvinnum, blandaðum tvímansleiki og einmansleiki hjá kvinnum. Somuleiðis fara menninir at avgreiða tvímansleikin.

Finalurnar verða sunnudagin kl. 1500 í Hoyvíkshøllini - liðkappingin undantikin.