Skærmbillede 2019-11-14 kl. 06.07.30.png
Tekstin skilja vit ikki, men mannin á myndini kenna vit.

Grein um føroyskt borðtennis í japonskum tíðarriti

Mált eftir íðkarum telist borðtennis ímillum tríggjar teir størstu ítróttirnar í heiminum, og hóast ítrótturin er greitt størstur í Asia, so er borðtennis eisini væl umtókt her um leiðir, og tað er ikki ov nógv at sagt, at borðtennis røkkur út í nærum hvønn krók í heiminum.

 

Tað var tað eitt gott dømi um herfyri, tá ið japanska tíðarritið við einfalda altjóða heitinum World Table Tennis var komið allan vegin til Føroya at gera eina grein um føroyskt borðtennis.

 

Tað var blaðmaðurin Kosuke Inagaki, sum var her, og hann vendi sær til - ja, tú gitti rætt - Peter Hentze Niclasen fyri at fáa greitt frá um føroyskt borðtennis.

 

Frá fyrrverandi føroyska borðtennisspælaranum, Vagni Thomsen, sum í dag býr í Japan, frætta vit, at talan er um eina væl skrivaða grein, sum undir yvirskiftini "Vitjið Føroyar!" snýr seg um borðtennisleiðina hjá Peteri, støðuna hjá føroyskum borðtennis og um Føroyar sum heild.

 

Á Føroyaferðini skrivaði Kosuke Inagaki eisini eina aðra grein um Føroyar fyri stóra tíðarritið Asahi Shinbun. Tann greinin sæst á leinkjuni HER, meðan umtalaða greinin um føroyskt borðtennis sæst í PDF-fílu HER.