utsett.jpg

GP4 er útsett fyri veður

Vegna vánaligu veðurforsøgnina hevur SSL boðað frá, at eingin sigling verður á Suðuroyarleiðini frá leygardegnum kl.16:00 til sunnudagin kl.17:30.

Tískil verður 4. Grand Prix-umfar, sum skuldi vera í Trongisvági sunnudagin 24. november, útsett. Nýggj dagfesting verður ásett og kunngjørd seinni.