Árligi finaludagurin í badminton, judo og borðtennis verður leygardagin 16. apríl í ítróttarhøllini á Hálsi.
Eftir kappingarnar verður gallaveitsla fyri íðkandi - umframt øðrum áhugaðum, ið hava hug at vera saman við fólki, ið hava annaðhvørt badminton, judo ella borðtennis sum teirra ítrótt.
GALLAVEITSLAN 2011
verður í HB-húsinum leygarkvøldið 16. apríl kl. 19.30-03.00
fyri
BADMINTON-, BORÐTENNIS- OG
JUDOLEIKARUM OG ØÐRUM ÁHUGAÐUM
Kostnaður
300 kr. fyri vaksin og 200 kr. fyri børn
(børn 14 ár og yngri)
Børn undir 14 ár mugu koma saman við vaksnum!
Atgongumerki fáast við at flyta pening í Suðuroyar Sparikassa
á konto nr. 9870-410.028.0 - Kvittanin er atgongumerkið
Viðmerkjast skal í flytingini navn og aldur á luttakara
Seinasta freist at keypa atgongumerki er mánadagin 11. apríl
Vælkomstdrykkur verður at fáa
Menu
Forrættur: Fiskaborðiskur
Høvuðsrættur: Lambasteik við smáum ovnbakaðum eplum, tzatziki og waldorfsalat
Omaná: Trifflé
Møguligt er at keypa drykkjuvørur undir og eftir borðhaldið
Frásøgufólk
Erling Eysturoy / Jóannes Guttesen
Eftir borðhaldið spælir orkestur til dans
Møtið fjølment og í veitsluhýri