fyra-gull-til-henri.jpg

Fýra gull til Henriettu Nielsen og Føroyar

Henrietta bukaði bóltarnar niður í borðið røttu megin netið og hinar kvinnurnar í kappingini kundu bert hyggja eftir einari vælspælandi Henriettu Nielsen gjøgnum alla kappingina.

Eftir at hava vunnið gull í liðkappingini, tvímansleiki saman við Duritu og blandaðum tvímansleiki saman við Fróða, so skuldi Henrietta, hesa ferð í kvinnukappingini, royna seg ímóti Arnannguaq Lyberth úr Grønlandi, í finaluni.

Og Henrietta sveik ikki og vann sannførandi 4-0 - settini endaðu 11-7, 11-3, 11-2 og 11-9.

Bronsu vunnu Kolfinna Bjarnadóttir, Ísland og Nukannguaq Søholm, Grønland.