Í mong ár hava føroyskir borðtennisleikarar luttikið í stóru donsku kappingini, Spar Nord Roskilde Cup, sum er ein av søguríku donsku kappingunum við 60 árum á baki, og soleiðis var aftur í ár, nú seks føroyskir ungdómsleikarar luttóku hesaferð. Kappast varð eins og undanfarin ár í Roskilde Kongres- og Idrætscenter.
Føroysku leikararnir, sum vóru við, vóru Bogi Gardar Bringsberg, Elsa Kathrina Gisladóttir, Hadassa S. Christiansen, Jósva F. Højgaard, Rasmus Teitsson í Skorini og Suni á Lava. Fleiri teirra hava royndir við at kappast í Danmark, men hetta var fyrstuferð, at Bogi Gardar Bringsberg og Suni á Lava vóru við í danskari kapping.
Bogi Gardar Bringsberg servar.
Hóast kappingarnar snúgva seg um so mangt annað enn einans at vinna, so kann fyrst nevnast tað, ið glitrar – nevniliga heiðursmerkini – og her var at fegnast um, at tað gjørdist til fýra føroysk heiðursmerki. Teimum stóðu Elsa Kathrina Gisladóttir og Rasmus Teitsson í Skorini fyri. Elsa Kathrina vann eitt, meðan Rasmus vann trý.
Tað var í kappingini Dame Ungdom B, at Elsa Kathrina gjørdi bart og fór allan vegin og vann gull. Tað var tó ikki uttan svørðsslag, tí Elsa Kathrina var fleiri ferðir á nippinum at rúka út, men vísti sálarliga styrki tá ið á stóð og fekk avgerandi løturnar og bóltarnar at fella í sín lut. Fyrst vann hon seg víðari úr bólkaspælinum, og fjórðingsfinaluna vann hon 3-1 á landskvinnuni, Hadassu S. Christiansen.
Elsa Kathrina Gisladóttir hugsavnaði seg væl og spældi best tá ið á stóð.
Í hálvfinaluni var Elsa Kathrina aftanfyri 0-2, men hon fann sítt besta spæl fram júst í røttu løtuni, og kúgvendi gongdini til ein 3-2-sigur. Í finaluni gjørdist tað enn einaferð til ein tættan sigur – ja, tað fekk ikki verið tættari, nevniliga 3-2 og 11-9 í avgerandi setti – og soleiðis setti Elsa Kathrina seint sunnudag seinnapart eitt frálíkt punktum við einum gullheiðursmerki í Dame Ungdom B.
Fleiri føroysk gull
Rasmus Teitsson í Skorini hevur spælt væl seinastu vikurnar við tveimum gullheiðursmerkjum í íslendsku BH Open fyri tveimum vikum síðani og sigri í fjórða Grand Prix-umfarinum í farnu viku, og hetta góða spælið tók hann eisini við sær til Roskilde, har hann av álvara gjørdi um seg.
Leygardagin var hann ikki til at steðga. Hann vann allar sínar 12 dystir hendan dagin, og tað kastaði gull av sær í bæði Yngre Drenge A og í Herre Junior C. Hetta er fyrstu ferð í nógv ár, og bara aðruferð yvirhøvur, at ein føroyingur vinnur gull í einum fremsta flokki í Danmark. Hitt heiðursmerkið hjá Rasmusi var í Drenge B, har hann vann bronsu.
Rasmus Teitsson í Skorini vann gull í Yngre Drenge A.
Rasmus er nummar 10 á danska styrkislistanum í sínum aldursbólki, Yngre Drenge, men hann hevði helst ligið hægri á hesum lista, um hann fekk luttikið meiri regluliga í donskum kappingum. Ein greið ábending um hetta fekst eisini hetta vikuskiftið, nú hann vann á fleiri av fremstu donsku leikarunum í Yngre Drenge, og sjálvur endaði fremstur í kappingini.
Bogi, Hadassa, Josvá og Suni kundu fegnast um, at tey spældu seg víðari úr bólkaspølum og rukku fjórðingsfinalum, og við einum veti meiri av hepni og royndum, so kundu tey óivað eisini spælt seg til heiðursmerkini. Hetta var tó eitt gott høvi at verða mintur á, at við framhaldandi og kanska enn meiri venjing her heimi í Føroyum, so verður tað møguliga næstuferð, at tey heilt góðu úrslitini vísa seg.
Suni á Lava fær góð ráð frá venjaranum, Simon Nykjær-Fisher, og liðfelaganum, Rasmusi Teitssyni í Skorini.
Heiðursmerki ella ei, so vunnu øll sær ómetandi royndir í tí at verða borðtennisleikari og menniskja. Á einum liði snýr tað seg nevniliga eisini í stóran mun um at vera ein góður liðfelagi og eitt nú at hjálpa við at ‘coacha’, og var tað ein kapping í at vera góðir liðfelagar, so vunnu allir føroysku leikararnir gull.