Føroya fyrstu Føroyaleikir verða spældir í hesum døgum, og saman við 18 øðrum ítróttagreinum luttekur borðtennis eisini á leikunum, sum eru ætlaðir sum einir føroyskir summarleikir á hvørjum sumri tá ið oyggjaleikir ikki eru, tvs annaðhvørt summar.
Borðtennis hevur valt at skipað kappingina í tveir aldursbólkar, nevniliga U15 og vaksin. Í dag hevur U15 spælt. Hóast luttøkan ikki var serliga stór, so er at fegnast um, at spælið var gott, og at tað gjørdist til fleiri ótrúliga tættar og spennandi dystir.
Tað sæst, at nógvir av ungdómunum júst hava verið á venjingarlegu í Danmark og hava gjørt framstig síðstu tíðina. Hetta boðar frá góðum til kappingarárið, sum stendur fyri framman.
U15 einmansleikur
- Gunnar Vang Niclasen
- Poul Knút Poulsen
- Hans Jacob Petersen
U15 tvímansleikur
- Mattias Kerá / Jákup Margar Debess
- Rasmus Teitsson í Skorini / Gunnar Vang Niclasen
- Hans Jacob Petersen / Poul Knút Poulsen
Skráin fyri leygardagin 10. juli:
Kl.10:00: Kvinnur, tvímansleikur
Kl.10.00: Menn, tvímansleikur
Kl.13:00: Kvinnur, einmansleikur
Kl.13:00: Menn, einmansleikur
F.v.: Rasmus Teitsson í Skorini, Gunnar Vang Niclasen, Mattias Kerá, Jákup Margar Debess, Poul Knút Poulsen, Hans Jacob Petersen