DSC_0089.JPG (1)
Silja Teitsdóttir í Skorini úr Tór vann FM hjá smápinkum.

Fyrstu ungu føroyameistararnir eru funnir

FM fyri ung verður spælt í høllini í Trongisvági hetta vikuskiftið, og í dag eru tveir teir fyrstu aldursbólkarnir spældir. Talan var um smápinkur og smápiltar, og vinnararnir gjørdist hesir:


Smápinkur - einmansleikur

  1. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
  2. Bára Sørensen (TBF)
  3. Kaja Thomsen (TBF)

 

Smápiltar - einmansleikur

  1. Benjamin Simonsen (TBF)
  2. Baldur Garðshamar (TBF)
  3. Liam Steinkross (TBF)

 

Smápinkur - tvímansleikur

  1. Angelina Øster (TBF) / Bár Sørensen (TBF)
  2. Kaja Thomsen (TBF) / Johanna Midjord (TBF)

 

Smápiltar - tvímansleikur

  1. Benjamin Simonsen (TBF) / Baldur Garðshamar (TBF)
  2. Liam Steinkross (TBF) / Dávid Simonsen (TBF)
  3. Silja Teitsdóttir (Tór) / Mattias Holm (TBF)

 

Í morgin, leygardagin, er ætlanin at stroyma beinleiðis á YouTube-kanalini hjá Borðtennissambandi Føroya, men verða tekniskar avbjóðingar, eins og tað vóru í dag, so verður stroymt beinleiðis á facebook-síðuni hjá Borðtennissambandi Føroya.


Skráin í morgin

Kl.09:30: Pinkur (f. 2012/2013)
Kl.09:30: Piltar (f. 2012/2013)
Kl.11:00: Smágentur (f. 2010/2011)
Kl.11:30: Smádreingir (f. 2010/2011)
Kl.12:30: Gentur (f. 2008/2009)
Kl.13:30: Dreingir (f. 2008/2009)
Kl.14:30: Kvinnuunglingar (f. 2006/2007)
Kl.15:30: Mansunglingar (f. 2006/2007)

Myndasavn frá dagsins dystum sæst her: