smapiltar-single.jpg
Tríggir teir fremstu í smápiltadeildini.

Fyrstu føroyameistararnir funnir

FM-kappingin fyri ung í borðtennis fór av bakkastokki í morgun í høllini í Trongisvági. Fyrsta deildin, ið bleiv spæld, var smápiltar, og her gjørdist talan um eina sera tætta og spennandi finalu ímillum teir báðar ungu TBF-ararnar, Poul Knút Poulsen og Hans Jacob Gaard Petersen. Endin var, at Poul Knút Poulsen dró longra stráðið og nú kann kalla seg føroyameistara í smápiltum. Hann gjørdist sostatt fyrsti føroyameistarin í 2019. Poul Knút Poulsen vann eisini FM-gull í tvímansleiki, har hann og Hans Jacob Gaard Petersen vunnu finalusigur á Tobiasi Garðshamar og Lias Arnasyni.

 

Hjá piltunum var tað Elias Petersen úr Tór, sum í einari sera tættari og spennandi finalu vann 3-2 á og Jósva Fonsdal Højgaard úr TBF og harvið tryggjaði sær føroyameistaraheitið. Bronsuna vann Gunnar Vang Niclasen úr Tór.

 

Í tvímansleiki hjá piltunum vóru tað gull- og bronsuvinnararnir báðir úr Tór, sum Gunnar Vang Niclasen og Elias Petersen, sum fingu føroyameistaraheitið við finalusigri á TBF-arunum, Jósvá Fonsdal Højgaard og Rólanti Hansen.

 

Smápiltar – einmansleikur

1. Poul Knút Poulsen (TBF)

2. Hans Jacob Gaard Petersen (TBF)

3. Tobias Garðshamar (TBF)

 

Smápiltar – tvímansleikur

1. Poul Knút Poulsen/ Hans Jacob Gaard Petersen (TBF/TBF)

2. Tobias Garðshamar/Lias Arnason (TBF/TBF)

3. Rói Ragnarson Mortensen/Páll Hansen Sørensen (TBF/TBF)

 

Piltar – einmansleikur

1. Elias Petersen (Tór)

2. Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)

3. Gunnar Vang Niclasen (Tór)

 

Piltar – tvímansleikur

1. Gunnar Vang Niclasen/Elias Petersen (Tór/Tór)

2. Jósvá Fonsdal Højgaard/Rólant Hansen (TBF/TBF)

3. Poul Knút Poulsen/ Hans Jacob Gaard Joensen (TBF/TBF)