Sunnudagin 23. oktober verður kappingarárið 2022-2023 skotið í gongd, tá ið Grand Prix-kapping verður spæld í høllini í Trongisvági kl.13.30.
Spæld verða í alt seks umfør í Tórshavn og í Trongisvági. Samlaðu vinnararnir í hvørjum aldursbólki fáa heiðursmerki tá ið kappingarárið er av, umframt at bólkavinnararnir í hvørjari kapping fáa ein vinning.
Stutt um Grand Prix:
- Kappingarnar eru skipaðar í bólkar eftir styrki
- Bæði kyn og allir aldursbólkar spæla saman
- Tvey tey fremstu flyta upp, og tvey tey fremstu flyta niður
Til fyrstu kappingina verða leikarar eisini plaseraðir eftir styrki, og byrja nýbyrjarar altíð niðast. Tískil er einki at smæðast, og vit vóna, at nógv koma til kapping.
Kappingin byrjar sum nevnt í høllini í Trongisvági sunnudagin 23. oktober kl.13.30. Ikki er neyðugt við tilmelding frammanundan. Tað er bara at møta upp.