Kappingarárið 2024/2025 fer av bakkastokki 21. september, tá ið fyrsta Grand Prix-kappingin verður spæld í høllini á Hálsi í Havn.
Hetta er fyrsta kappingin í einari røð av sjey, og fullfíggjaða kappingaryvirlitið sæst í kalendaranum her.
Grand Prix er skipað á tann hátt, at allir leikarar - óansæð aldur og kyn - dystast hvør ímóti øðrum. Áleið 6-7 leikarar eru í hvørjum bólki, sum í fyrstu atløgu eru býttir upp eftir støði, men av tí at teir fremstu og aftastu tveir leikararnir flyta upp og niður, so skiftast bólkarnir frá kapping til kapping.
Skipanin tryggjar, at tað ongantíð er stórur munur í støði á teimum, sum kappast, og tískil nýtist eingin at halda seg aftur at koma til kapping.
Kappingin byrjar í høllini á Hálsi leygardagin 21. september kl.12:00. Leikarar melda seg til løtuna áðrenn kappingin byrjar.
Borðtennissamband Føroya vónar at síggja nógvar leikarar til kapping, og ynskir øllum eitt gott kappingarár 2024/2025!