Eftir tvær spennandi hálvfinalur er greitt at Fróði F. Jensen og Pætur Albinus skulu berjast um føroyameistaraheitið í borðtennis í morgin. Teir møttust eisini í finaluni í 2015 - tá gjørdist Pætur føroyameistari. Hetta er fjórða árið á rað Fróði er í finaluni - hann hevur tapt tvær tær seinastu, men vann í 2014. Ímorgin hevur hann aftur møguleikan.
Hálvfinaluna vann Pætur Albinus móti veteraninum Peter Niclasen. Fyrsta sett vann Pætur sannførandi og førdi 5-1 í øðrum setti. Peter svaraði aftur og vann bæði annað og triðja sett. Eitt spennandi fjórða sett endaði við 12-10 til Pætur og nú sá út til at dysturin koppaði. Pætur bukaði Peter í fimta setti og hevði beina leið í finaluna. Í seinasta settinum legði Pætur seg á odda 7-3, men 49 ára gamli Peter Niclasen gjørdi eina seinastu roynd og vann fimm bóltar á rað, 8-7 til Peter. Men Pætur avgjørdi dystin og vann settið 11-8.
Í hini hálvfinaluni vann Hallur Thorsteinsson, verandi føroyameistari, fyrsta sett á Fróða F. Jensen. Fróði svaraði aftur og vann trý sett á rað, men í fimta setti bukaði Hallur Fróða. Men Fróði vann sætta sett 11-9 og leikti seg enn eina ferð í finaluna.
Sostatt verður finalan ímorgin millum Fróða F. Jensen og Pætur Albinus.