Hallur_Fróði_Nuuk.png
Fróði Fríðason Jensen og Hallur Thorsteinsson umboða manslandsliðið í EM.

Hópurin til EM í Spania úttikin

Í døgunum 18. til 23. septembur fer føroyska landsliðið í borðtennis at luttaka í EM í einmansleiki, sum verður í spanska býnum Alicante. Føroyski landsliðsvenjarin, Simon Nykjær-Fisher, hevur úttikið ein spennandi føroyskan hóp til kappingina.

 

Tey, sum eru úttikin, eru:

 

Fróði Fríðason Jensen (Amager BTK)

Hallur Thorsteinsson (Amager BTK)

Durita Fríðadóttir Jensen (Tór)

Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)

 

Hetta verður fyrstuferð, at hesi fýra royna seg í EM. Tað eru nevniliga nøkur ár síðan, at Føroyar seinast luttóku í EM. Fróði Fríðason Jensen, Hallur Thorsteinsson og Durita Fríðadóttir Jensen hava áður luttikið í HM, men hinvegin verður hetta fyrstuferð, at tann einans 15 ára gamla Sólja Hilduberg Djurhuus fer at royna seg í stórari altjóða kapping.

 

Støðið í EM er høgt. Roknast kann tó við, at Føroyar kunnu máta seg við tey smærru londini í kappingini. Hesi londini eru meira á okkara støði, og leikarar okkara kenna mótstøðuna aftur frá eitt nú oyggjaleikum og Arctic Open.

 

- Sum eg havi skilt, so kemur man at møta onkrum rímiliga sterkum, miðal sterkum og onkrum, sum er á sínum egna støði. Summir dystir vera meira eitt upplivilsi enn nakað annað, meðan vit satsa uppá at taka onkrar sigrar ímóti teimum veikaru spælarunum, sigur ein av landsliðsleikarunum, Hallur Thorsteinsson.

 

EM-luttøkan er partur av menningarætlanini hjá Borðtennissambandi Føroya, har tiltøk eru sett í verk fyri at skapa økt virksemi í føroyskum borðtennis og at hækka um støðið bæði í ungdómsdeildini og elituni. Fyri framman í hesari menningarætlanini eru eisini skúlavitjanir í septembur og ungdómskapping í Íslandi í oktobur.