frodi-fj-fm.jpg

Fróði F. Jensen føroyameistari

Fróði F. Jensen er føroyameistari millum føroysku borðtennismenninar.

Finalan í 2014 var ein endurtøka av finaluni í 2012. Peter Niclasen, sum heilar 25 ferðir stóð við finaluborðið, ætlaði sær FM-heitið nr. 17 og Fróði fór eftir næsta FM-heitinum. Dysturin var eins spennandi, sum í 2012 - sera javnt og 2-2 eftir fýra sett. Men Fróði setti trumf á seinastu tvey settini, og hóast seinasta sett var javnt og spennandi, so kláraði Fróði at avgera FM heitið 2014 í sætta setti - 4-2 til Fróða.

Bronsuna vann Pætur Albinus, sum tapti hálvfinaluna móti Fróða F. Jensen 4-2. Hina hálvfinaluna vann Peter Niclasen 4-0 ímóti 13 ára gamla Hanusi Sørensen - har Peter fekk nakað at stríðast fyri.