Hetta kappingarárið fara fýra føroyskir leikarar at manna eitt lið í næstbestu donsku deildini. Liðið fer at eita Horsens KFUM, sum er felagið, har hálvføroyska Henrietta Nørr hevur fingið sína uppaling.
Tær, sum fara at manna liðið, eru Anja Wongwai, Britt Michelsen og Marin Elisabet Poulsen. Henrietta Nørr verður við sum leikandi venjari.
Tað er mangan ein trupulleiki, at føroyskir leikarar ikki fáa nóg mikið av dystarvenjing ímóti fremmandum leikarum, so hesin møguleikin, sum nú er íkomin, er eitt gylt høvi at fáa júst dystarvenjing.
Kappingin er skipað soleiðis, at feløgini hittast ymisk vikuskifti at spæla liðdystir hvør ímóti øðrum, og sostatt fáast nógvir einstakir dystir hvørjaferð tær ferðast til Danmarkar, sum verður umleið seks ferðir fram til næsta vár.
Fyrsti liðdysturin er longu hetta vikuskiftið í Århus, og har eru mótstøðuliðini Green Halvor/B75, Amager 2 og Allerød.
Vit ynskja ’føroyska’ liðnum Horsens KFUM bestu eydnu!