Komandi vikuskiftið fara nakrir leikarar á føroysku ungdóms- og A-landsliðunum at luttaka í kapping í danska býnum, Roskilde. Hetta er ein kapping, har føroyingar í mong ár regluliga hava luttikið.
Eitt slíkt vikuskifti náa leikarar at luttaka í fýra kappingum, sum eru býttar í aldurs- og styrkibólkar. Tvær kappingar eru leygardagin, og tvær kappingar eru sunnudagin.
Føroyingar, sum luttaka:
Anja Wongwai
Ári Fríðason Jensen
Britt Michelsen
Elsa Kathrina Gisladóttir
Hans Jacob Gaard Petersen
Ólavur Hammer
Poul Knút Poulsen
Rasmus Teitsson í Skorini
Í mars fer ein størri ungdómshópur at luttaka í venjingarlegu og kapping í íslendska høvuðsstaðnum, Reykjavík. Meiri verður at frætta um hetta seinni.