foroyskir-bt-paris.jpg
Frá vinstru: Fróði Jensen, Hallur Thorsteinsson og Pætur Albinus

Føroyskir borðtennisleikarar til HM í París

Fýra føroyskir borðtennisleikarar taka í hesum døgum lut í HM í borðtennis, sum fer fram í París. Talan er um Fróða Jensen, Hall Thorsteinsson, Pætur Albinus og Henriettu Nielsen.

HM-kappingin byrjaði mánadagin, og heldur fram í eina viku. Talan er sjálvandi um eina sterka kapping, og skal takast sum ein frálík uppliving og góð venjing.

Føroysku leikararnir spældu fyrst nakrar dystir í undankapping, har tey spældu í bólkum við trimum leikarum. Ein leikari kom víðari í hvørjum bólki, so talan var um at fáa so frægt úrslit sum møguligt ímóti leikarum, ið vóru styrkismettir hægri enn føroyingarnir.

Føroyingarnir taptu allar dystirnar - bæði í ein- og tvímansleiki, og vóru sostatt lidnir longu annan dagin í kappingini.

So eftir var bara at njóta franska høvuðsstaðin og borðtennis í heimsflokki.

Ferðalagið verður aftur í Føroyum týsdagin.