superweek-elinborg.jpg
Elinborg C. Mortensen, forkvinna í BTSF, saman við limum úr øðrum borðtennissambondum í Norðurevropa.

Føroyingar á fundi í Halmstad

Borðtennissamband Føroya luttók undanfarna vikuskifti á norðurevropeiskari ráðstevnu í svenska býnum, Halmstad. Hetta var ein ráðstevna, sum norðurevropeiska borðtennissamgongan, NETU – har Føroyar eisini eru limir – skipaði fyri.

Tað vóru forkvinnan, Elinborg C. Mortensen, og kassameistarin, Wilhelm Nygaard, sum luttóku vegna Borðtennissamband Føroya.

Høvuðsevnið á ráðstevnuni var javnstøða ímillum kynini, og umframt skeiðsvirksemi, so var eisini venjingarlega og kapping fyri gentur.

Føroysku umboðini lótu væl at ferðini, og siga seg hava fingið væl burturúr.

Borðtennissamband Føroya var eitt hitt fyrsta føroyska sersambandið, sum fekk altjóða limaskap afturi í 1980, og henda limaskap verður gingið høgt upp í – eisini við at røkja altjóða fundarskyldur.