Føroyskir landsliðsleikarar hava um vikuskiftið luttikið í Kvickly Cup í Ribe í Danmark, sum er størsta kappingin í Danmark við einum luttakaratali, sum hesaferð var omanfyri 700. Umframt danskar leikarar, vóru eisini nógvir týskir og estiskir leikarar við.
Føroyingarnir, sum luttóku í kappingini, vóru Hans Jacob Gaard Petersen ( TBF), Ólavur Hammer (TBF), Rasmus Teitsson í Skorini (Tór), Poul Knút Poulsen (TBF), Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór) og Anja Wongwai (TBF).
Trý steyp vóru við í viðførinum til Føroya í dag, og tað syrgdu Rasmus Teitsson í Skorini og Ólavur Hammer fyri. Rasmus bleiv nummar trý í yngre drenge B, meðan Ólavur Hammer gjørdist nummar 5 í herre junior C og D.
Slíkar danskar kappingar eru gevandi fyri føroysku leikararnar, sum har hava møguleika fyri at hitta stinna og øðrvísi mótstøðu. Dystirnir vóru nógvir í tali - føroyingarnir spældu í minsta lagi 12 dystir, og onkur spældi meira enn 20 dystir.
Eftir ætlan fer føroyska ungdómslandsliðið til kappingar í Danmark og Íslandi í vár. Frætt verður nærri um hetta seinni.
Anja Wongwai leggur Rasmusi Teitssyni í Skorini lag á.
Hans Jacob Gaard Petersen í ferð við at serva.
Elsa Kathrina Gisladóttir hugsavnar seg um at taka ímóti eini servu.
Poul Knút Poulsen spælir og Ólavur Hammer dømir.