oyl1.jpg
Rakul Mikkjalsdóttir.

Føroyar í fjórðingsfinaluni

Hóast tepurt tap ímóti Grønlandi í seinna dystinum á fyrsta leikdegi, eru Føroyar tó í fjórðingsfinaluni. Mánadagin kl.09.00 føroyska tíð tørna føroysku leikararnir út ímóti Gotlandi.

Føroyar vunnu annars greitt fyrsta liðdystin, ið byrjaði sunnudagin kl. 13. Spælt var ímóti lítlu oynni Alderney, ið liggur sunnarlaga í Ermasundi, og sum er undir ræði av Guernsey. Á oynni búgva umleið 2000 fólk.

Á føroyska liðnum ímóti Alderney vóru Fróði F. Jensen, Hallur Thorsteinsson, Rakul Mikkjalsdóttir og Anna Mikkjalsdóttir. Hetta liðið helt eisini fram ímóti Grønlandi, og hóast føroyingarnir vóru afturút 0-3, eydnaðist føroysku leikarunum at javna til dystarstøðuna 3-3. Sostatt var seinasti dysturin millum Hall Thorsteinsson og Ivik Nielsen úr Grønlandi avgerandi, og gjørdist Hallur tíverri ov stuttur.

Semja er um í føroyska hópinum, at leikliga gekst sera væl í dag, og við hesum í huga hevur føroyska liðið vónir um at basa Gotlandi, hóast uppgávan verður trupul.

Dysturin ímóti Gotlandi í morginárini kl.09.00 føroyska tíð verður stroymdur beinleiðis á facebook-síðuni hjá Borðtennissambandi Føroya við sama navni.

Hallur Thorsteinsson.