h2.jpg

Føroyar vunnu tvey gull heiðursmerki á alternativu oyggjaleikunum í borðtennis

Henrietta Nielsen vann gull í einmansleiki hjá kvinnum. Í finaluni vann hon trygt 4-0 á mótstøðukvinnuni úr Íslandi.

Føroyar vunnu eisini gull í blandaðum tvímansleiki, har Henrietta Nielsen og Hallur Thorsteinsson vunnu 4-1 á einum pari úr Jútlandi.

Borðtennis er ikki við sum ítrótt á oyggjaleikunum á Bermuda; og tískil varð skipað fyri alternativum oyggjaleikum í borðtennis í Íslandi.  Íslendska A-landsliðið hjá monnum vann kappingina Arctic Table Tennis Championship frammanfyri Føroyum á øðrum plássi. Eitt úrvalslið úr Jútlandi varð nr. 3, og Grønland gjørdist nr. 4.

Føroysku kvinnurnar gjørdust nr. 4 í liðkappingini. Á liðnum vóru umframt Henriettu Nielsen, sum spælir í danska felagnum SISU-MBK, eisini Anna Mikkjalsdóttir úr TBF og Durita Jensen úr TÓR.

Á A-landsliðnum hjá monnum, ið vann silvur, vóru Hallur Thorsteinsson, Pætur Albinus og Peter Niclasen, allir úr TÓR.

Eisini varð kapping fyri leikarar U-12, og har vann Hanus Sørensen úr TÓR silvur.

Eftir ætlan verður kappingin Arctic Table Tennis Championship hildin í Føroyum næsta ár.