FO-kann-vanta.jpg

Føroyar kann vænta harða mótstøðu á Isle of Wight

Nú er greitt, hvørjum liðum Føroyar møtir í innleiðandi bólkinum í liðkappingini í borðtennis við oyggjaleikirnar á Isle of Wight, ið byrja 25. juni.

Leikskráin er henda:

Sunnudagin 26. juni kl. 14.00: Føroyar-Áland

Sunnudagin 26. juni kl. 17.00: Føroyar-Gotland

Mánadagin 27. juni kl. 09.00: Føroyar-Menorca

Mánadagin 27. juni kl. 13.00: Føroyar-Grønland

Við Álandi kemur Johan Petterson, ið vann einmasleikin hjá monnum við seinastu oyggjaleikir, so her verður spennandi at vita, hvussu leikur ferst.

Gotland hevur við hvørjar oyggjaleikir havt eitt sera sterkt lið, og Føroyar hevur ongantíð vunnið ein liðdyst ímóti teimum, hóast vit hava vunnið einstakar dystir.

Minorca vita vit ikki so nógv um. Teir vóru við á Rhodos í 2007, men vóru ikki við sum lið í 2009.

Seinasti innleiðandi liðdystur verður ímóti Grønlandi. Vit hava møtt Grønlandi mest sum við hvørjar oyggjaleikir - og hvørja ferð hevur talan verið um avgerandi og spennandi dyst. Onkutíð hevur Grønland verið omaná, og onkutíð Føroyar. Enn ein spennandi dystur kann tískil væntast.