FM-i-blandadum.jpg
Føroyameistararnir

Føroyameistarin í blandaðum tvímansleiki funnin

Systkninini Durita F. Jensen, Tór, og Fróði F. Jensen, TBF, vunnu finaluna í blandaðum tvímansleiki. Við settmuninum 3-1 vunnu tey á Onnu Mikkjalsdóttir og Kai Roest úr TBF.

Nú er tvímansleikurin avgjørdur og kl. 14 byrjar beinleiðis sendingin í sjónvarpinum. Har ber til at fylgja við i ymiskum judo- og badminton finalum umframt einstaklingafinaluni hjá kvinnum millum Onnu Mikkjalsdóttir og Duritu F. Jensen og hjá monnum millum Fróða F. Jensen og Hall Thorsteinsson.