Seinni dagurin í borðtennis á Føroyaleikum hevur verið í høllini á Hálsi í dag. Á skránni vóru kappingarnar í einmansleiki og tvímansleiki hjá monnum og kvinnum.
Í einmansleiki vóru tað Hallur Thorsteinsson og Sólja Hilduberg Djurhuus, sum vunnu gull, og kunnu kalla seg fyrstu meistarar í einmansleiki á Føroyaleikum.
Úrslitini vóru annars hesi:
Einmansleikur – menn
- Hallur Thorsteinsson
- Pætur Albinus
- Peter H. Niclasen
Einmansleikur – kvinnur
- Sólja Hilduberg Djurhuus
- Marin Elisabet Poulsen
- Britt Michelsen
Tvímansleikur – menn
- Hallur Thorsteinsson / Pætur Albinus
- Eyðun F. Ellendersen / Peter H. Niclasen
- Ári F. Jensen / Heri Lava Láadal
Tvímansleikur – kvinnur
- Marin Elisabet Poulsen / Sólja Hilduberg Djurhuus
- Anja Wongwai / Britt Michelsen