FM-bordtennis-avlyst.jpg

FM í borðtennis er avlýst

Starvsnevndin í Borðtennissamband Føroya hevur tikið avgerð um, at FM í borðtennis 2020 verður avlýst. Hetta hevur ikki verið nøkur løtt avgerð, men vit halda, at hetta er tann rætta avgerðin.

 

Orsøkin til avlýsingina er korona-smittan, sum hóttir samfelagið, og sum hevur havt við sær, at borðtennis hevur ligið stilt í hálvan annan mánað.

 

Borðtennissamband Føroya hevur undir tilgongdini samskift við Badmintonsamband Føroya og Judo Føroyar, og tey trý sambondini eru komin ásamt um, at tað í ár er skilabest at avlýsa felags FM-tiltakið.

 

Borðtennissamband Føroya hevur eisini samskift við avvarðandi myndugleikar og corona-ráðgevingina, og hóast dyr vórðu gloppaðar fyri møguliga at taka kappingarárið uppaftur og skipa fyri einum skerdum FM í borðtennis, so hevði hetta á mongum økjum verið somikið avbjóðandi, at vit meta tað vera skilabest at avlýsa ársins FM-kapping.

 

Kappingarárið í borðtennis var annars mest sum avgreitt. Nærum samstundis sum korona-smittan kom inn í landið náddu vit at spæla síðsta Grand Prix-umfar og handa heiðursmerkir til samlaðu Grand Prix-vinnararnar.

 

FM er avlýst, men tað er ikki útilokað, at FM møguliga verður spælt í heyst ella vetur, soleiðis at vit hóast alt fáa føroyameistarar í árinum 2020. Støða verður tikin til hetta seinni.

 

Vanliga byrja alemennu venjingarnar í feløgunum aftur síðst í august, og vit kunnu bara við tolni og varsemi vóna, at soleiðis verður aftur í ár. Feløgini fara at kunna nærri um hetta, og eisini um ávís lið fara at taka venjingarnar upp aftur áðrenn tað.

 

Í løtuni liggur landsliðsvirksemið stilt, bæði ungdóms- og A-landslið, men hetta fer í gongd aftur so skjótt tað er ráðiligt.