Nú fríggjakvøldið verður hol sett á ársins FM-kapping fyri vaksin. Tað er í høllini á Hálsi, at innleiðandi bólkaspælið í meistaradeildunum í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki verður spælt. Eisini miðaldeildin, ið er ein opin kapping fyri øll áhugað, verður spælt hetta kvøldið.
FM er hæddarpunkt og endabrestur á tí heimliga kappingarárinum. Hetta er ein stór, savnandi og spennandi kapping, har útisetar koma heim at dystast um størsta heiðurin, og hetta er samstundis tann tíðin á árinum, har stóra felags FM-tiltakið saman við badminton og judo er á skránni.
Nýggjur avbjóðari hjá monnum
Tað er stórur spenningur í FM hjá monnum í ár. Seinastu trý árini hava tríggir ymiskir spælarar vunnið FM. Teir eru Fróði F. Jensen, Hallur Thorsteinsson og Pætur Albinus. Hetta vitnar um, at kappingin er sera tøtt, og tað letur til, at kappingin um stóra FM-ferðasteypið hevur hug at harðna fyri hvørt ár.
Seinastu nógvu árini hava Fróði F. Jensen, Pætur Albinus, Hallur Thorsteinsson og Peter H. Niclasen verið rættiliga fastir luttakarar í hálvfinalunum, men í ár kemur Eyðun F. Ellendersen, sum býr í Århus og spælir við Sisu/MBK, heim til Føroya at luttaka í sínum fyrsta FM síðani 2014. Hann fer óivað at bjóða av. Eyðun, sum er 24 ára gamal, varð herfyri úttikin til oyggjaleikirnar í summar.
- Eg eri lutfasliga væl fyri, hóast eg júst eri blivin dystarklárur aftur eftir skaða. Spælið koyrir væl til venjing, og eg havi gjørt meira við at læra meg nýggj ting og betra um teknikkin enn áður. Tað, sum mær manglar mest í løtuni, er dystarvenjing, og upp á tann mátan FM er upplagdur møguleiki at fáa dystarvenjing, so man er klárur til Arctic Open og oyggjaleikir, sigur Eyðun.
Eisini eru aðrir avbjóðarar við. Nevnast kunnu eitt nú Knútur Jóannesarson og Sveinur Mortensen Nolsøe, sum hava staðið seg væl í heimligu kappingunum í ár, og sum báðir herfyri vórðu útnevndir til tað seks mans stóra manslandsliðið, sum skal luttaka í Arctic Open í Reykjavík um ein lítlan mánað.
Kvinnur berjast um sítt triðja FM-heiti
Kappingin hjá kvinnum er aftur í ár sera spennandi og púra opin. Ferfaldi føroyameistarin, Henrietta Nielsen, sum ongantíð hevur tapt ein dyst í FM, er ikki við í ár vegna skaða, men feltið í kvinnukappingini er tó væl mannað við nógvum fyrrverandi føroyameistarum.
Anna Mikkjalsdóttir og Durita F. Jensen, sum hava vunnið hvør síni tvey FM-heiti, eru við í ár, og tær kunnu vænta sær harða kapping frá Rakul Mikkjalsdóttir, sum eftir nøkur ára steðg aftur hevur tikið battið í hondina. Hon hevur somuleiðis vunnið tvey FM-heiti.
- Eg havi leingi umhugsað at byrjað aftur, men tað er so nógv annað, sum mín tíð er farin við. Eftir at hava vant eitt ungt gentulið í eitt kappingarár, kom motivatiónin til sjálv at koma inn til borðið aftur, sigur Rakul, ið herfyri varð úttikin til føroyska landsliðið.
- Eg gleði meg at umboða Føroyar til bæði Arctic Open og oyggjaleikir. Eg vóni at fáa góða dystarvenjing og eitt gott úrslit fyri Føroyar. Vónandi kann eg gera mítt til at Føroyar vinna heiðursmerki á oyggjaleikum, sigur hon víðari.
Stóri spenningurin valdar um Anna Mikkjalsdóttir, Rakul Mikkjalsdóttir ella Durita F. Jensen skulu megna at vinna sítt triðja FM-heiti, ella um onkur heilt onnur megnar at arga. Nevnast kunnu avbjóðarar so sum veteranurin Elinborg C. Mortensen og nøkur av talentunum frá nýggja ættarliðnum, eitt nú Sólja H. Djurhuus, Anja Wongwai og Britt Michelsen.
Skráin fyri FM-vikuskiftið
Innleiðandi - fríggjadagin 26. apríl
Kl.17.30: Tvímansleikur mansunglingar
Kl.18.45: Einmansleikur menn, einmansleikur kvinnur og miðaldeild
Kl.21:15: Tvímansleikur menn og tvímansleikur kvinnur
Kl.22.00: Blandaður tvímansleikur vaksin
- Fyrivarni verður tikið fyri møguligum smáum seinkingum
Finalur - leygardagin 27. apríl
Kl.10.00: Tvímansleikur kvinnur
Kl.10.30: Blandaður tvímansleikur í unglingadeildini (í kjallaranum)
Kl.10.40: Tvímansleikur menn
Kl.11.20: Blandaður tvímansleikur
Kl.13.15: Einmansleikur kvinnur
Kl.14.55: Einmansleikur menn