Innleiðandi dystirnir í FM-kappingini 2017 eru byrjaðir. Finnast skal fram til finaluluttakararnar til finalurnar ímorgin, sum verða í Høllini á Hálsi. Innleiðandi umførini verða leikt í auluni og fimleikahøllini í Eysturskúlanum.
10 kvinnur og 11 menn berjast um finaluplássini.
Roknast kann við, at kappingin heldur fram til umleið kl. 2300.
Allir teir sterkastu leikararnir eru við í ár. Henrietta Nielsen, Anna Mikkjaldsóttir og Durita F. Jensen eru favorittar hjá kvinnunum.
Hjá monnunum eru Hallur Thorsteinsson, Fróði F. Jensen, Peter Niclasen og Pætur Albinus favorittar. Outsidarar eru Sveinur M. Nolsøe, Knútur Jóannesarson og Kai Roest. Aðrir forkunnugur gestir til FM-2017 eru millum onnur tónleikarin Eyðun Nolsøe, sum hevur vant við TBF í vetur - hann spældi borðtennis ungdómsárini í Klaksvík.
Finalurnar byrja í Høllini á Hálsi ímorgin, leygardagin 22/04-2017, kl. 1000. Byrjað verður við tvímansleiki hjá kvinnum, eftir ta finaluna fara menninir at royna seg í tvímansleiki og seinasta finalan í borðtennis fyrrapartin ímorgin verður í blandaðum tvímansleiki.
Eftir ein lítlan steðg verða finalurna í einmansleiki hjá kvinnum og monnum. Hesir dystir verða vístir beinleiðis í KVF og byrjar sendingin kl. 13.00. Judo, borðtennis og badminton býta senditíðina millum sín - roknast kann við, at sendingin endar umleið kl. 1600.