Borðtennisfeløgini Tór í Havn og TBF á Tvøroyri hava gjørt av at fylgja tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum, og hava sostatt ongar venjingar ella nakað slag av virksemi komandi 14 dagarnar. Upplýst verður nærri tá ið venjingarnar fara í gongd aftur.
FM fyri ung, sum skuldi vera í Trongisvági 20. og 21. mars, verður eisini útsett. Nýtt dato verður upplýst seinni.