fm-eldru-deildir.jpg

FM fyri eldru deildirnar

Kappingarnevndin boðar frá, at kvinnuunglingar, mansunglingar og meðaldeild verða avgreiddar fríggjakvøldið 15. apríl.

Eisini verða innleiðandi dystirnir í kvinnudeildini og meistaradeildini hjá monnum leiktir sama kvøldið.

Í teimum báðum seinast nevndu deildunum verður leikt fram til finalurnar, sum verða avgreiddar stóra finaludagin - leygardagin 16. apríl í ítróttarhøllini á Hálsi.

Leiktíðirnar verða kunngjørdar seinni.