Fyrsti kappingardagur í Arctic Open 2019 er nú av. Kappingin er í ár í íslendska høvuðsstaðnum, Reykjavík, og Føroyar luttaka við sjey kvinnum og seks monnum. Tey, sum umboða Føroyar, eru Fróði F. Jensen, Hallur Thorsteinsson, Pætur Albinus, Eyðun F. Ellendersen, Knútur Jóannesarson, Sveinur Mortensen Nolsøe, Durita F. Jensen, Rakul Mikkjalsdóttir, Elinborg C. Mortensen, Anna Mikkjalsdóttir, Sólja Hilduberg Djurhuus, Anja Wongwai og Britt Michelsen.
Á skránni í dag var blandaður tvímansleikur, og har fingu Føroyar tvey pør langt í kappingini. Tað nýliga samansetta parið, Hallur Thorsteinsson og Rakul Mikkjalsdóttir, vístu framúr gott spæl og spældu seg í hálvfinaluna, har tey tó máttu lúta fyri tí stinna íslendska parinum, Magnusi Úlfarssyni og Nevenu Tasic, sum seinni vunnu kappingina.
Systkini bæði, Fróði og Durita F. Jensen, spældu seg allan vegin í finaluna. Tey taptu ikki ein dyst á vegnum hagar, men taptu sum kunnugt finaluna. Finalan, ið var ein væl leiktur dystur, endaði við 3-1-sigri til íslendska parið.
Í morgin er liðkapping á skránni. Hon byrjar kl.11.00 føroyska tíð.
Føroysku liðini í liðkappingini:
Føroyar 1 - menn
Fróði F. Jensen
Hallur Thorsteinsson
Pætur Albinus
Føroyar 2 - menn
Eyðun F. Ellendersen
Knútur Jóannesarson
Sveinur Mortensen Nolsøe
Føroyar 1 - kvinnur
Durita F. Jensen
Rakul Mikkjalsdóttir
Elinborg C. Mortensen
Anna Mikkjalsdóttir
Føroyar 2 - kvinnur
Sólja Hilduberg Djurhuus
Anja Wongwai
Britt Michelsen