Nú eru seinastu bóltarnir slignir í Malta International Invitational Juniors and Cadet Table Tennis Tournament, sum átta føroyskir leikarar á ungdómslandsliðnum hava luttikið í síðani hósdagin.
Í dag vóru plaseringsdystir í einmansleiki á skránni, og tað komu heilt fitt av føroyskum sigrum í hús, sum vóru við til at lyfta flestu føroyingarnar eitt petti frá botninum.
Eisini var tað gott hjá nøkrum av spælarunum, sum hava havt sera trupla mótstøðu hinar dagarnar, at sleppa at smakka sigursins søta smakk.
Ein av teimum, sum spældu væl í dag og fekk ein góðan sigur við sær heimaftur, var Britt Michelsen. Hon vann 3-2 á Kiru Axiaq av Malta.
Tórur Eið Eliasen var eisini væl upplagdur aftur í dag og vann tveir sigrar umframt ein triðja, har mótstøðuleikarin ikki fekk møtt upp til dystin.
Føroysku ungdómsleikararnir hava á Malta fingið fýra góðar venjingar og umframt áleið 20 dystir í part, sum geva teimum sera góðar royndir at taka við sær víðari. Sigast má, at teir nú eru væl brynjaðir til føroyska kappingarárið, sum byrjar í næstum.
Føroyska ferðalagið verður aftur í morgin, mánakvøldið.
Øll úrslitini frá Malta International Invitational Juniors and Cadet Table Tennis Tournament síggjast á leinkjuni HER.