Nú fimta og seinasta Grand Prix-umfar er farið aftur um bak, er endaliga Grand Prix-støðan fyri hetta kappingarárið nú uppgjørd.
Samlaða Grand Prix-støðan sæst HER, og grein við myndum av vinnarum sæst HER.
Í samanteljingini sæst, at tað tilsamans luttóku 47 leikarar í Grand Prix-kappingunum í ár. Hetta eru átta leikarar fleiri enn í fjør, tá 39 leikarar luttóku.
Borðtennissamband Føroya fegnast sjálvsagt um hækkaða luttaratalið og vónar, at luttøkan verður enn betri næsta kappingarár.
Nú eru einans tvær kappingar eftir í hesum kappingarárinum. Tær eru FM fyri ung í Trongisvági 15. - 16. mars, og FM fyri vaksin í Tórshavn 5. - 6. apríl.