oslo-hendan.jpg
Fýra føroysk heiðursmerki í Gutter 13B. Silvur: Tórur Eið Eliasen. Bronsa: Rói Hjaltason og Ári F. Jensen.

Fleiri føroysk heiðursmerki í Noregi

Fyrsti kappingardagurin í Mega Cup í Oslo er nú av, og úrslitini hjá leikarunum á føroyska ungdómslandsliðnum hava verið góð. Dagurin í høllini hevur verið drúgvur, og leikararnir eru ógvuliga troyttir, men tað hevur loyst seg.

 

Ein av føroyingunum, ið hevur spælt sera væl í Noregi, er tann einans 12 ára gamla Marin Elisabet Poulsen. Hon hevur vunnið silvur í bæði gentum 13 og gentum 14. Marin Elisabet, sum býr í Hvalba, men spælir við TBF á Tvøroyri, hevur ment seg nógv síðstu tíðina, og hon fekk altso løn fyri stríðið í dag við tveimum uppibornum og flottum steypum.

 

Á dreingjasíðuni eru eisini nøkur steyp vunnin. Tórur Eið Eliasen, Rói Hjaltason og Ári F. Jensen hava gjørt um seg hjá dreingjum 13 og 14 B, meðan Heri Lava Láadal kom í finaluna í Herrer F, har hann tó tapti og fekk eitt hóast alt flott silvurheiðursmerki.

 

Eitt føroyskt gullmerki er vunnið. Tað vann Tórur Eið Eliasen í dreingjum 14 B, har hann í finaluni koppaði landsmanninum, Róa Hjaltasyni.

 

Hendan fyrsta dagin hevur verið gleðiligt at sæð, at føroysku leikararnir hava verið hvørjum øðrum dyggir stuðlar og hjálpt til við at coacha hvønn annan. Hetta er bæði gott fyri liðandan og fyri at lætta um stundum truplu uppgávurnar í einari stórari kapping, har tú - uttan stuðul - skjótt kundi kent teg einsamalla/n. Júst hetta duga føroyingar - so hjálpsom sum vit natúrliga eru - og tað hava vit sæð í øðrum uttanlandskappingum við.

 

Mega Cup heldur fram í morgin, sunnudagin. Føroyski hópurin verður aftur í Føroyum mánakvøldið.

 

Heiðursmerkjayvirlit - Mega Cup, dagur 1

 

Herrer F

Silvur: Heri Lava Láadal

 

Jenter 13

Silvur: Marin Elisabet Poulsen

 

Jenter 14

Silvur: Marin Elisabet Poulsen

 

Gutter 13 B

Silvur: Tórur Eið Eliasen

Bronsa: Rói Hjaltason og Ári F. Jensen

 

Gutter 14 B

Gull: Tórur Eið Eliasen

Silvur: Rói Hjaltason

 

Marin Elisabet Poulsen vann silvur bæði í gentum 13 og gentum 14.

 

Føroyingar á sigurspallinum. Tórur Eið Eliasen og Rói Hjaltason vunnu gull og silvur í dreingum 14 B. Tað ljóðar, at norski bronsuvinnarin var farin til hús.

 

Heri Lava Láadal vann silvur í Herrer F.