peter-hn.jpg
Spælið hjá Peteri H. Niclasen var reyðgløðandi í dag.

Enn eru knotur í aldursforsetanum

Fimta og næstseinasta Grand Prix-umfar varð spælt í høllini á Hálsi í dag, har tað luttóku tilsamans 36 leikarar.

 

Í fremsta bólkinum, A-bólkinum, var stórur spenningur ímillum teir tríggjar oddamenninar úr Tór, Pætur Albinus, Fróða F. Jensen og Peter H. Niclasen. Seinast vann Fróði F. Jensen í sínari fyrstu kapping síðani hann flutti heimaftur til Føroya, men hesaferð slapp hann ikki framat oddasessinum. Tað syrgdi aldursforsetin, Peter H. Niclasen, fyri. Hann vann á bæði Fróða og Pæturi.

 

Hetta man vera fyrstuferð í nøkur ár, at Peter hevur lagt bæði Fróða og Pætur aftur um seg í einari kapping, og tað ber bara boð um, at tað framvegis eru knotur í tí 16-faldaða føroyameistaranum, og at roknast eisini kann við honum í FM í apríl.

 

B-bólkurin var sum ikki einaferð tættur og spennandi, og er kanska í grundini tann mest kappingarføri í sær sjálvum. Tað vóru tvær ungar kvinnur, 14 ára gamla Marin Elisabet Poulsen úr TBF og 17 ára gamla Sólja Hilduberg Djurhuus úr Tór, sum blivu nummar eitt og tvey. Tær báðar flyta uppaftur í A-bólkin, har tær vóru seinast.

 

Í C-bólkinum var eisini hørð kapping um ovasta plássið, og tað endaði við, at Anja Wongwai og Hanna F. Højgaard, báðar úr TBF, endaðu javnar í stigum á fyrstaplássi. Anja var tó eitt sett betri í settmuninum, og hon fær harvið fyrstaplássið. Hóast fyrstaplássið glapp hjá Honnu, so kann hon ugga seg við, at hon flytur upp.

 

Gunnar Vang Niclasen úr Tór var vónbrotin av at flyta niður í D-bólkin seinast, men hann lat í dag battið tala, og við reinum borði, fýra sigrum út av fýra møguligum og settmuninum 12-0, flytur hann beinanvegin uppaftur í C-bólkin. Tað ger liðfelagin, Hans Elias Arge, eisini. Hann bleiv nevniliga nummar tvey í dag.

 

E-bólkin vann Tummas Wilhelm. Hann gongur til motiónistavenjing hjá Tór í Havn, og hann er nú farin at ota seg uppeftir í kappingum. Hann vann allar sínar fýra dystir í dag, harav tveir av sigrunum vóru heilt teprir, nevniliga 3-2-sigrar. Nummar tvey bleiv Hóri Birnason Hansen, sum eisini spælir við Tór.

 

Í F-bólkinum fór Aleksandur Lauritsen úr Tór avstað við einum strúkandi sigri, har hann fekk fult stigatal og ikki tapti eitt sett á vegnum. Nummar tvey bleiv Óli Vang, eisini úr Tór. Teir vóru til sína fyrstu kapping og byrjaðu harvið í niðasta bólkinum, men úrslitini í dag prógva, at teir helst hoyra heima longri frammi í kappingini.

 

6. og síðsta Grand Prix-umfar verður longu næsta leygardag, tað er 27. februar, eisini tá í høllini á Hálsi í Havn. Tað er sera tætt í fleiri deildum, enntá púra javnt í onkrari, so spenningurin er stórur undan hesum síðsta umfarinum.

 

Samlaða støðan verður í løtuni gjørd upp og løgd út sum skjótast.

 

Bólkur A

1. Peter H. Niclasen (Tór)

2. Fróði F. Jensen (Tór)

3. Pætur Albinus (Tór)

4. Ári F. Jensen (Tór)

5. Vagnur K. Nolsøe

6. Heri Lava Láadal (Tór)

 

Bólkur B

1. Marin Elisabet Poulsen (TBF)

2. Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)

3. Britt Michelsen (TBF)

4. Silas Rasmussen (Tór)

5. Hjalgrím F. Højgaard (TBF)

6. Bárður Enni Danielsen (Tór)

 

Bólkur C

1. Anja Wongwai (TBF)

2. Hanna F. Højgaard (TBF)

3. Poul Eliasen (Tór)

4. Reinar Garðshamar (TBF)

5. Jósvá F. Højgaard (Tór)

6. Jákup Margar Debess (Tór)

7. Mattias Kerá (Tór)

 

Bólkur D

1. Gunnar Vang Niclasen (Tór)

2. Hans Elias Arge (Tór)

3. Poul Knút Poulsen (TBF)

4. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)

5. Jónas Nikolajson (Tór)

 

Bólkur E

1. Tummas Wilhelm (Tór)

2. Hóri Birnason Hansen (Tór)

3. Gilli Poulsen (Tór)

4. Kristian Niclasen (TBF)

5. Elis Michelsen (Tór)

 

Bólkur F

1. Aleksandur Lauritsen (Tór)

2. Óli Vang (Tór)

3. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

4. Jóhan Pauli Bisp (Tór)

5. Lias Arnason (TBF)

6. Hadassa S. Christiansen (Tór)

7. Petur Gaard Jacobsen (Tór)