Skærmbillede 2021-08-28 kl. 00.49.56.png

EM: Ungir føroyingar ímóti heimselituni

Føroysku landsliðini hjá kvinnum og monnum luttaka hetta vikuskiftið í EM-undankapping í serbiska høvuðsstaðnum, Beograd. Kappingin byrjaði í gjár og heldur áfram til í morgin, leygardagin.

Føroyski hópurin, sum telur fýra kvinnuligar leikarar og tríggjar mannligar leikarar, kom til Beograd mikukvøldið. Síðani tá hevur hópurin, sum hesaferð er heilt ungur, roynt at fyrireikað seg best møguligt.

Vegna fleiri útsetingar í sambandi við koronu er øll kappingin koyrd í ein pott, og øll kunnu møta øllum. Hetta merkir, at Føroyar hava fingið munandi harðari mótstøðu enn vanligt – ja, heilt úr heimselituni.

At tað er hørð mótstøða bar fyrsti kappingardagurin eisini brá av, men hetta er sanniliga ein uppliving fyri unga hópin, sum eisini fær framúr góðar royndir og lærdóm við sær aftur til Føroya.

Ári F. Jensen ímóti italska Leonardo Mutti, sum liggur nummar 163 á heimsstyrkislistanum.

Úrslitini frá í dag síggjast niðanfyri. Í morgin skulu bæði føroysku liðini annars spæla ímóti Estlandi. Kvinnurnar spæla kl.12.00 føroyska tíð, meðan menninir spæla kl.15.00.

Føroyski hópurin verður aftur í Føroyum mánadagin.

 

Úrslit - kvinnur

 

Føroyar – Slovenia 0-3

Anja Wongwai – Ana Tofant 7-11, 5-11, 5-11

Henrietta Nørr – Lara Opeka 1-11, 9-11, 6-11

Britt Michelsen – Lea Paulin 4-11, 2-11, 1-11

 

Føroyar – Wales 0-3

Henrietta Nørr – Chloe Thomas 3-11, 8-11, 4-11

Marin Elisabet Poulsen – Charlotte Carey 3-11, 3-11, 3-11

Anja Wongwai – Beth Richards 8-11, 4-11, 5-11

 

Úrslit - menn

 

Føroyar – Italia 0-3

Ári Fríðason Jensen – Leonardo Mutti 3-11, 4-11, 3-11

Eyðun F. Ellendersen – Mihai Bobocica 3-11, 5-11, 3-11

Heri Lava Láadal – Marco Rech Daldosso 2-11, 2-11, 3-11

 

Føroyar – Sveis 0-3

Ári Fríðason Jensen – Pedro Osiro 6-11, 2-11, 3-11

Eyðun F. Ellendersen – Elias Hardmeier 4-11, 4-11, 3-11

Heri Lava Láadal – Dorian Girod 5-11, 3-11, 8-11

Anja Wongwai fær nøkur góð orð við á vegnum frá landsliðsvenjaranum, Simon Nykjær-Fisher