vila-real.jpg
EM verður spælt her í Pavilhao dos Desportos í Vila Real, Portugal.

EM er útsett tvær vikur

EM-undankappingin í borðtennis, sum skuldi vera í Vila Real í Portugal vikuskiftið 9. - 10. januar 2021, er útsett í tvær vikur og verður ístaðin spæld vikuskiftið 23. - 24 januar 2021. Hesum boðar evropeiska borðtennissambandið, ETTU, frá í kvøld.

 

Føroyar luttaka í EM-undankappingini við bæði mans- og kvinnulandsliðnum. Manslandsliðið skal spæla ímóti Wales, Íslandi og Malta, meðan kvinnuliðið skal spæla ímóti Kosovo, Wales, Íslandi, Malta og Írlandi.

 

Í hesum óvissu koronatíðunum kann ikki útilokast, at EM-undankappingin aftur verður flutt. So skjótt møguligar broytingar íkoma verður kalendarin í høgra bredda á forsíðuni dagførdur, og vit heita á leikarar um at halda seg kunnaðar har.