vila-real.jpg

EM er aftur útsett

EM-kappingin í borðtennis, sum skuldi vera í Vila Real í Portugal vikuskiftið 23. og 24. januar, er enn einaferð blivin útsett, og orsøkin er enn sum áður korona-smittan.

 

Eftir at EM-kappingin varð útsett tvær ferðir í fjør varð ein triðja roynd gjørd at hava EM-kappingina nú í januar, men ferðatilmælini hjá luttakandi londunum, sum eitt nú eru Føroyar, Ísland, Malta og Wales, gjørdi tað nærum ómøguligt at hava kappingina.

 

Evropeiska borðtennissambandið boðar frá, at tað verður gjørt ein nýggj roynd at hava EM-kappingina í apríl ella mai.